Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB fær vitjan av NSÍ.
Tað er møguleiki fyri, at HB longu í kvøld fer at tryggja sær FM heitið. Men tað verður ikki greitt, tá ið síðsta bríksl verður í Gundadali nakrar minuttir í klokkan 19.
Orsøkin er tann, at KÍ í kvøld fer at spæla í Gøtu. Um Víkingur vinnur ímóti KÍ, og HB vinnur ímóti NSÍ, so verður HB longu í kvøld føroyameistari. Dysturin í Gøtu verður ikki liðugur fyrr enn nakrar minuttir í klokkan 20.
Fýrverk verður millum áskoðararnar í HB húsinum í kvøld. Spurningurin er, um tað verður brúkt í kvøld, ella um tað fer at verða goymt í nakrar dagar aftrat. Kanska tað verður sunnudagin, um tað ikki verður í kvøld.
2. august fóru teir gulu og svørtu úr Gundadali við 2-0 tapi ímóti HB. Í kvøld er nýggjur maður við NSÍ stýrisvølin. Leygarkvøldið var Allan K. Jepsen millum áskoðararnar, tá ið NSÍ vann 3-2 á heimavølli ímóti Víkingi. Tá høvdu Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen ábyrgdina, men í kvøld verður tað Allan K. Jepsen, sum fer at sita á beinkinum. Har er ætlanin, at hann skal hava ábyrgdina til kappingarlok 2022.
Í HB vóru teir sunnudagin á Argjum mintir á, at úrslitini kunnu vera rættiliga óvæntað í síðstu umførunum. Hilmar Leon Jakobsen skoraði 3-2 sigursmálið, tá ið tíðin var um at vera farin. Undan kappingarbyrjan var Hilmar Leon ikki í HB hópinum. Nú hevur hann skorað 11 mál, og avrikini hava síðstu nógvu ferðirnar verið so sannførandi, at hann er sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu.
Hjá HB er Heri H. Mohr skaddur í fótinum, og Samuel Johansen Chukwudi er leikbannaður. Mathias Nygaard er tøkur aftur eftir leikbann.
Á Argjum noyddist HB málverjin, Teitur Matras Gestsson, skaddur av vøllinum í fyrra hálvleiki. Talan var um liðbandsskaða. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla ídag.
Hjá NSÍ er vongverjin í høgru Bárður J. Hansen langtíðarskaddur.
HB – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.











