Róaldur Jákupsson
???????????????
Tá vit fara á val tann 20. januar 2004 eiga vit at hugsa um hendan spurningin, og ikki um hvønn flokk pápi ella abbi okkara atkvøddi fyri ígjøgnum eitt heilt lív, ella um grannin ella vinurin, sum er so blíður og hjálpsamur er stillari fyri ein ella annan tilvildarligan flokk. Ein atkvøða má ikki spillast burtur uppá sovorið barnsligt óseriøst fjas. Vit skulu læra at hugsa og virka sjálvstøðug. Fyri at virka sum eitt sjálvstøðugt individ, er tað alneyðugt at man, tá man er vorðin vaksin, tekur í seg sjálvan, sigur farvæl vid mammu og babba, og flytir heimanífrá (í øllum førum í sinninum), fyri at taka ábyrgd av sær sjálvum og sínum egna lívið. Tá man hevur tikið hetta stigið, følir mann seg sum ein heilan og sterkan persón. Man finnir so møguliga útav at alt ikki er so ljósareytt, og til tíðir er tað ein kampur bara at halda seg omaná. Hendan avbjóðing hoyrir til eitthvørt lív, og ger lívið spennandi og innihaldsríkt, og individið sterkari og sjálvbjargið. Mær tykir synd í teimum, sum ongantíð koma so langt sum at taka hetta stigið, tí tey fara altíð at mangla nakað sera umráðandi í bagaguni. Um man ikki hevur tikið hetta stigið tá man er ungur í sinninum, og fullur av vónum um framtíðina, kann tað einaferð gerðast ov seint til at man nakrantí tekur seg saman. Tað ringasta av øllum er at man tá als ikki fer at leingjast eftir tí, tí man veit ikki hvat tað er og at tað manglar, man er vorðin vanur vid at onnur taka ábyrgd av eins egna lívið. Man er tá veruliga reduseraður til ein træl uttan herðar og rødd. Um man ongantí er vorðin vaksin, og komin so langt sum at taka ábyrgd av sær sjálvum, kann tað endað vid at man gongur runt við "tunnel vision", man sær ikki hvat hendir rundan um ein. Í ringasta føri kann hetta munna út í at man t.d. veruliga trýr uppá at tað er í ordan at nassa frá mammu og babba alt lívið, ella at tað er ok at snýta, stjala og lúgva og royna at plaserað skyldina aðrastaðni, ella at heidnir "kynsvillingar" ganga leysir runt í Føroyum, ella at heila-vask er gott fyri sálina, ella at politiskar lappaloysnir er sakin og stabil politisk forhold uttan uppíblanding, er av tí ringa, ella at klassiskur høgra- og vinstrapolitikkur heldur skal avloysast vid klandur og grenj og sakleyst dupultmoralskt skeldarí, ella at korruptión kann aksepterast tá tað stuðlar eini góðari sak, ella at føroyingar hava tvey politiskt óheft bløð í Føroyum, ella at føroyingar høvdu tað nógv betri fyri 10, ella 100 árum síðani, ella at tað ongantí kann loysa seg at arbeiða hart, ella at tad er gott at onnur taka avgerðir fyri ein sjálvan? Tey, sum eru sterk, og ikki eru heilavaskaði og innetin korrupt, og harvið kunnu hugsa sjálvi, áttu at sett sær ein sentralan spurning: Hava føroyingar nakrantíð havt tað betri enn nú? Eg eri vísur í at hesin einfaldi spurningur kann hjálpa okkum tann 20. januar tá krossurin skal setast. At enda kann man seta spurningin: Kundi tað verið betri í Føroyum? Sjálvandi kundi tað verið betri, men vit eru jú bert komin í helvt enn?!!
Góða eydnu tann 20. januar 2004