Virgar T. Dalsgaard
Til síðsta fólkatingsval komu feðgarnir Hoydal beint upp undir valið við eini feitari tjóðveldislygn! Teir fortaldu, at olja, sum kundi framleiðast, var funnin! - Hetta var kolasvørt lygn, sum seinni er skjalprógvað, men tað gjørdi, at Høgni "stjól" sessin frá antin javnaðar- ella fólkaflokkinum og við neyð og deyð slapp sær inn um danska fólkatingsgátt, har hann so fegin og penga-grískur vil sita og hugna sær!
Okkara umboðssessur er vulgariseraður hesa setuna av Høgna og Sjúrða ? teir hava brúkt sessin til beinleiðis spølni og uttan nak-að mandat frá veljarunum hava teir ikki skammast fyri at allierað seg við tær mest ódemokratisku drápsmannarørslurnar í Europu. ? (minnast fólk ikki Sardiniensfundin?)!
Ei undur í, at sjálvur næsti maður hansara, harra Tòrbjørn Jacobsen fleiri ferðir hevur sagt, at Høgni Hoydal manipulerar og hartil er størsti lygnari, sum nakrantíð hevur verið í føroyskum politikki!
Er slíkur patologiskur lygnari verdugur at velja sum okkara umboð á danatingi?










