Hava endurstovnað bygdafelagið Lógvin

Í vár kallaðu stigtakarar bygdafólkið í Leynum saman til at endurstovnað bygdafelagið Lógvin. Fólk tóku væl undir við hesum, og felagið varð endurstovnað.

 

Síðan felagið varð stovnað, hevur felagið saman við trivnaðarnevndini í Kvívíkar kommunu, arbeitt við at gera eina brúksavtalu um skúlan í Leynum, skrivar kvivik.fo.

 

Týsdagin 2. juli skrivaðu Bjørg Winther Reinert, forkvinna í bygdafelagum og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri undir avtaluna.

 

Kvívíkar kommuna ynskir bygdafelgum bestu eydnu, og vónar at nógv virksemi verður skúlan í Leynum, skrivar Kvívíkar kommuna.