Hava eitt ynski til tey sum verða vald í Løgtingið

Seinastu trý árini er eingin peningur játtaður og tað rakar serliga Suðurstreymoy, Sandoynna og  Suðuroynna

Høvdu 500.000 krónur verið játtaðir um árið, vóru vit næstan komin á mál. Tað sigur Alzheimarfelagið. Tí hava tey eitt heilt serligt ynski til tey, sum verða vald í Løgtingið á valinum 8. desembur. Og tað er, at fleiri demenssamskiparar verða settir. Tey minna á, at nú eru sjey ár síðani at vit fingu eina heildarætlan fyri demensøki.

 

Ein hornasteinur í tí var, at tað skuldu setast 5,3 demenssamskiparar kring landið.  Men vit mugu staðfesta, at enn eru bara 2,47 landsdemenssamskiparar settir í starv, og sostatt tørvar okkum framvegis 2,8 samskiparar, sigur Alzheimafelagið.

 

Søguliga gongdin er, at í desembur 2015 játtaði landsstýrið 200.000 krónur á fíggjarlógini fyri 2016, og síðan er játtanin økt eitt sindur hvørt ár, og okkurt árið var játtanin 600.000.

 

Men hesi seinastu trý árini er játtanin ikki økt. Og tað halda tey er spell, tí hevði sitandi landsstýri havt økt játtanina 500.000 krónur um árið, vóru vit næstan komin á mál, siga tey.

 

Eysturoyggin, Norðoyggjar, Norðurstreymoy, Vágoy og Sundalagið, umframt fólk undir 67, ár fáa tænastur frá einum lands-demenssamskipara, men í Suðurstreymoy, í Sandoynni og í Suðuroynni er enn eingin samskipari.

 

Tað fer at kosta landskassanum umleið 600.000,00 krónur fyri hvørt ásverk, ella upp ímóti tveimum milliónum krónum til samans.

 

– Alzheimerfelagið heitir tí staðiliga á landsstýrismannin í heilsumálum um at bera so í bandi, at hesin peningurin verður útvegaður á fíggjarlógini fyri næsta ár fyri at fullfíggja fyrsta stigið í demensætlanini, sigur Alzheimerfelagið.

 

– Á tann hátt kunnu fólk við demensi, og avvarðandi teirra, fáa sama tilboð, sama hvar í landinum tey búgva, og í hvørjum aldursbólki tey eru í.