Hava eitt gott boð upp á avloysara

Kl. 9 í morgun fóru tingmenn og starvsnevnd Sambandsfloksins á fund at viðgera politisku støðuna. Eingin av luttakarunum hevði nakra viðmerking til støðuna.

- Vit hava eitt gott boð uppá nýggjan fíggjarmálaráðharra. Men tað frætta tit um seinni, segði Marjun Olsen, forkvinna í starvsnevnd floksins í stuttari viðmerking.