Hava eisini tørv á lættari dystum

Sámal Joensen er fegin um stóru avbjóðingarnar hjá landsliðnum, men hann heldur samstundis, at tørvur eisini er á meira yvirkomuligum uppgávum

Hondbóltur

 

Italia á heimavølli varð í hesi undankappingini mett sum dysturin, har Føroyar kundu vinna sær okkurt stigið, men leygarkvøldið var Sámal Joensen skjótur við turrisligu staðfestingini um, at tann møguleikin nú var farin. Og hann var eisini skjótur at staðfesta, hví so var.

- Tað var tað sama korterið í seinna hálvleiki, sum eisini kostaði okkum nógv hósdagin. Á leið frá fimta til tjúgunda minutt. Tá gera vit alt ov nógv mistøk – eisini í verjuni - og vit verða revsaðir fyri tað.

Er orsøkin kanska, at orkan ikki heilt er til hetta støðið í 60 minuttir?

- Eg haldi tað er for bíligt at skylda upp á tað. Nú hava vit runnið, síðani kappingin endaði, og í dag merktu vit, at teir eisini vóru móðir.

So tað er kanska meira at duga at halda høvdið kalt alla tíðina?

- Ja, nemliga. Sjálvt tá tú ert móður, so skalt tú vera konsentreraður, og tað dugdu teir betur enn vit.

Og tað er væl bara ein máti at læra tað uppá?

- Ja. Tað er at venja og venja og so sjálvandi at fáa fleiri javnar dystir. Tað blívur sjálvandi ikki við at vera stuttligt at tapa móti Russlandi. Tað hevði eisini verið stuttligt at fingið fleiri dystir móti Grønlandi og Luxemburg og londum, sum eru á tí støðinum.

- So kunnu vit eisini fáa dystir av hesum slagnum, men tú blívur ikki betri av at blíva við at tapa við 20 málum.