Mánadagin 22.11.99 svaraði Føroya Lærarafelag MFS uppá tað tíðindaskrivið, sum tey sendu fjølmiðlum og øðrum stovnum herundir Føroya Lærarafelag gjøgnum Internetið.
Tað er skiljandi, at MFS reagerar uppá tær óhepnu og áleypandi yvirskriftir og vendingar, sum Dimmalætting nýtir fríggjadagin 19.11.1999.
Útbúgving er so týdningarmikil, at vit hava ikki brúk fyri sensatiónsyvirskriftum og skeivum endurgevingum, sum loypa split í.
Formaður felagsins skilir ikki, at blaðmaðurin fekk hetta, sum hann skrivar, burtur úr telefonsamrøðuni, tí tað fyrsta svarið hann fekk uppá spurningin um, hvat Føroya Lærarafelag heldur um frágreiðingina hjá Útbúgvingarpolitiknevndini, var, at sitat:
?Vit hava júst fingið bøkurnar inn á borðið við postinum. Eg fari nú at lesa hana um vikuskifti, og limirnir í nevndini fáa hvørt sítt eintak mánadagin 22.11. So fara vit at viðgera álitið. Tí kann eg onki siga um hetta?.
Uppá nakrar fyrispurningar um eftirlit í skúlaverkinum, sum fyri mær sýnti eina ávísa óvitinheit, greiddi eg frá, hvussu umsjón og eftirlit verður praktiserað í føroyska fólkaskúlanum.
Annars skal Føroya Lærarafelag bara staðfesta tey tíðindi, sum Útvarp Føroya so frálíkt bar frá felagnum.
MFS nýtist ikki at stúra fyri, at Føroya Lærarafelag ikki fer at viðgera álitið um útbúgvingarpolitik konstruktivt og við góðvilja.
Føroya Lærarafelag hevur onki ímóti eftirmetingum av fólkaskúlanum. Vit gera eftirmetingar í fólkaskúlanum dag um dag, so tað er ikki nakað nýtt. Vit hava heldur onki ímóti tí skipaða eftirliti, sum myndugleikarnir sambært lóg hava við fólkaskúlanum. Men skal eftirlit koma úttanífrá, so skal Føroya Lærarafelag vera við til at áseta, hvussu tað eftirlitið skal skipast.
Annars vita øll tey, sum vara av fólkaskúlanum, at fólkaskúlin kann ikki í øllum sammetast við miðnámsskúlarnar, tí fólkaskúlin er ein skúli fyri øll, og spjaðingin er stór.
Um eitt møguligt eftirlit skal vera gjørt á ein slíkan hátt sum fyrr, tá bæði næmingar og lærarar vóru vigaðir við 13-ársroyndum, so siga vit beinanvegin, at hetta er ikki tann rætti mátin.
Álitið frá Útbúgvingarpolitiknevndini sær áhugavert út, men har eru útsagnir, sum mugu takast upp til viðgerar. Eitt er tó sikkurt, at har skulu nógvir peningar til, um øll ráðini í álitinum skulu fylgjast. Meira enn tað, sum vantar í til at fremja ta nýggju skúlalógina.
Føroya Lærarafelag
Elsa Birgitta P. Petersen