Norska skipið Höegh St.Petersburg hevur framvegis ikki sæð nakað til teir báðar lutirnar, sum fylgisveinar hava staðfest einar 1.200 fjórðingar í útsynning úr avstralska býnum Perth, og sum sambært avstralskum myndugleikum kunnu stava frá tí horvna malaysiska flogfarinum.
Skiparin á norska skipinum sigur við svenska blaðið Aftonbladet, at leitingin er darvað av, at tað er rættiliga tjúkt í mjørka á leiðini. Nú er eisini myrkt har, men teir leita kortini við ljóskastarum.
-Vit hava støðugt samband við onnur, og finna vit nakað, siga vit hvør øðrum frá, sigur skiparin.
Höegh St. Petersburg var á vei úr Port Louis á Mauritius til Melbourne í Avstralia, tá avstralsku mynsugleikarnir spurdu, um skipið kundi fara at leita.
19 fólk eru við norska skipinum. Øll eru úr Filipsoyggjunum.










