Hava eingi prógv ímóti Irak

Altjóða kjarnorkustovnurin avsannar, at stovnurin hevur nakran kunnleika um kjarnorkuútbygging í Irak. Tað segði bretski forsætisráðharrin, at stovnurin hevur

Altjóða kjarnorkustovnurin avsannar, at stovnurin hevur nakran kunnleika um kjarnorkuútbygging í Irak. Tað segði bretski forsætisráðharrin, at stovnurin hevur


Irak-kreppan
Árni Joensen:

Á tíðindafundi aftan á fundin við amerikanska forsetan, George W. Bush, um vikuskiftið segði Tony Blair, forsætisráðharri, at altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur upplýsingar, sum prógva, at Irak hevur ella er í ferð við at útvega sær kjarnorkuvápn.
Blair segði, at IAEA hevur nýggjar fylgisveinamyndir, sum vísa, at irakar eru í ferð við stórar útbyggingar á fyrrverandi kjarnorkustøðum, og at hetta er til skjals í einari nýggjari frágreiðing hjá stovninum.
Men hetta avsannar IAEA. Í einari fráboðan, sum stovnurin sendi út sunnukvøldið, stendur, at stovnurin hevur ikki gjørt nakra slíka frágreiðing um Irak.
? Altjóða kjarnorkustovnurin skal gera vart við, at hann hevur ikki nakrar nýggjar upplýsingar um irakskar kjarnorkuverkætlanir síðani desember í 1998, tá vápnaeftirlitsmenninir fóru úr landinum. Fyrr enn arbeiðið hjá eftirlitsmonnunum verður tikið uppaftur, kann stovnurin ikki gera nýggjar niðurstøður, hvørt Irak heldur ásetingarnar í ST-samtyktunum um landsins kjarnorkuvirksemi ella ikki, stóð í fráboðanini hjá IAEA.
Talsmaðurin hjá kjarnorkustovninum, Mark Gwozdecky, segði við amerikanska sjónvarpið CNN í gjár, at orðini hjá Blair hava helst samband við eina grein, sum stóð í New York Times seinasta fríggjadag. Tá segði ein fyrrverandi vápnaeftirlitsmaður við blaðið, at fylgisveinamyndir hava víst virksemi á fyrrverandi kjarnorkustøðum í Irak. Franski eftirlitsmaðurin Jacques Baute segði við New York Times, at hetta virksemi er møguliga í stríð við ST-samtyktirnar, men legði afturat, at tað eru eingi prógv, sum gera, at tað ber til at siga tað við vissu.