Hava DNA-prógv í hópneyðtøkumáli

DNA-kanningar hjá indisku løgregluni prógva, at teir fimm menninir, sum eru tiknir, eru sekir í ákæruni um at hava neyðtikið eina kvinnu í New Dehli í síðsta mánað.

Tað segði ákærin, tá rættarmálið ímóti monnunum varð tikið uppaftur í morgun. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki eru DNA-prógvini nóg mikið til at døma menninar til deyða fyri illgerðina. Verjarnir hjá teimum ákærdu søgdu hinvegin, at teir ætla sær at sannføra rættin um, at DNA-kanningarnar eru ófullfíggjaðar og tí ikki álítandi. Tveir av verjunum hava eisini lagt løgregluna undir at hava lagt trýst á menninar fyri at noyða teir at játta seg sekar.

Tann unga kvinnan, sum menninir neyðtóku og bukaðu í einum bussi, doyði seinni av løstunum, og teir fimm menninir eru tí dømdir fyri morð umframt neyðtøku. Ein av monnunum er bara 17 ár og kemur tí fyri ein ungdómsdómstól.