Gongst sum ætlað, verður klárt at fara aftur til arbeiðis á Varðanum Pelagic á Nýggjárinum
Tað segði stjórin á virkinum, Bogi Jacbsen, á Oyggjarkvøldinum, sum var í Salt í gjárkvøldið.
Har vóru eini 800 fólk komin saman í gjárkvøldið at lurta eftir tónleiki og røðum, og í nátt var ókeypis dansur. Endamálið við tiltakinum var at heiðra tilbúgvingini fyri arbeiðið sum varð útint, tá ið eldur kom í virkið tann 9. juni. Og endamálið var eisini at takka suðuroyingum øllum fyri hjálpsem og beinasemið, tá ið tað mesta av tvørafólki mátti flytast burtur í aðrar bygdir at vera ímeðan harðast leikaði á.
Bogi Jacobsen fegnaðist enn einaferð, at øll sluppu undan vanlukkuni við lívinum og at ongin fekk mein heldur.
– Tað er ein sólskinssøga í øllum sorgarleikinum, segði hann.
Men hann segði, at tey dvølja ikki í tí, sum farið er og hann sigur, at framtíðin er bjørt. Hann sigur, at tey eru nú í ferð við at fyrireika tað nýggja virkið, og gongst eftir vild, verður virkið liðugt at tak ímóti fiski aftur longu beint eftir ársskiftið.
Niðanfyri eru myndir frá Oyggjarkvøldinum í gjárkvøldið. Fleiri av teimum hevur Rúni Thomsen tikið.