Hava bygt serligar bygningar í Føroyum av Lego

Bygningarnir verða vístir fram í SMS alla næstu viku

Alla næstu viku verður ein serstøk lego-framsýning í SMS. Til hetta høvið hava føroyskir og danskir Lego fjepparar bygt fleiri sermerktar føroyskar bygningar av lego-kubbum og tað eru teir, sum verða at síggja á framsýningini á torginum í SMS alla næstu viku. Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum fer at seta framsýningina mánamorgunin klokkan 10.

 

Umframt framsýningina, er eisini skattajakt á skránni hvønn dag, umframt kappingar, har fólk kunnu gita, hvussu nógvir lego-kubbar eru brúktir til framsýningina.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##