– Vit eru rættiliga beisk um, at vit hava lagt so nógva orku í at lúka einum kravi, sum bara verður slept.
Tað sigur Eva í Dímun, bóndi í Stóru Dímun.
Stendur tað til landsstýrismannin í búnaðarmálum, Poul Michelsen skulu bøndur nú kunna selja kjøt av seyði og neytum í handlum og á matstovum, uttan at tað er hagreitt á einum løggildum virki.
Sostatt skulu myndugleikarnir ikki longur hava eftirlit við reinførinum, og umstøðunum annars. Poul Michelsen sigur, at nú skal talan vera um at keyparin hevur álit á veitaranum.
Annars settu myndugleikarnir fyri nøkrum árum síðani rættiliga strong krøv til, at føroyskur matur skuldi ikki kunna seljast, uttan so, at tað varð hagreitt og handfarið á løggtildum virkjum, altso slaktað á góðkendum sláturvirki og turkað og ræsað í góðkendum hjallum.
Endamálið var at bøta matvørutrygdina, og samdstundis fingu bøndur eina tillagingartíð at skipa sláturvirki og hjallar, so at teir kundu verða góðkendir.
Ein av teimum, sum beinanvegin fór at fyrireika seg til herdu krøvini, var bóndin í Stóru Dímun.
- Vit angra tað ikki, men vit eru rættiliga beisk um, at vit hava lagt so nógva orku í at lúka einum kravi, sum bara verður slept, sigur Eva í Dímun við Sosialin.
Eisini Útoyggjafelagið tekur móti nýggja uppskotinum við blandaðum kenslum.
– Vit eru nøgd við uppskotið, tí vit hava altíð verið ímóti strangum eftirliti. Men vit halda, at hetta er at spæla at eitt sindur við bøndurnar, sum jú hava lagt ótrúliga nógva orku í hetta.
- Hetta er klossut, óheppið og óumhugsið politiskt arbeiði, sigur Olga Biskupstø, forkvinna í Útoyggjafelagnum.