Heimasíðan "The Sportbible" hevur roknað seg fram til, at Premier League felagið, Manchester City hevur síðani 2008 brúkt eina upphædd, sum svarar til 2,8 miljardir danskar krónur til at keypa framherjar til felagið.
Framherjarnir, sum Manchester City hevur keypt til felagið hava kostað, roknað um til danskar krónur millum 136 miljónir og 370 miljónir danskar krónur. Craig Bellamy varð bíligasta keypið, meðan Sergio Agüero er tað higartil dýrasta keypið.
Framherjarnir hjá Manchester City hava í snitt kostað eina upphædd, sum svarar til 241 miljónir danskar krónur. Millum hini dýru keypini farnu sjey árini kunnu nevnast Emmanuel Adebayor, Carlos Tévez og Mario Balotelli.
Norska TV2 hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu nógv framherjarnir hjá Manchester City hava kostað í norskum krónum. Ein norsk króna er í skrivandi stund verd 84,5 donsk oyru :
Sergio Agüero (434.720.000 norskar krónur)
Robinho (366.080.000)
Wilfried Bony (320.320.000)
Edin Dzeko (308.880.000)
Stevan Jovetic (295.152.000)
Carlos Tévez (291.720.000)
Emmanuel Adebayor (286.000.000)
Mario Balotelli (280.280.000)
Álvaro Negredo (235.664.000)
Jô (205.920.000)
Roque Santa Cruz (200.200.000)
Craig Bellamy (160.160.000)