Tá hetta vikuskiftið byrjaði, vóru fýra partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma tey øll inn at landa í komandi viku.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, og ein er vestanfyri og fiskar kongafisk.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í komandi viku.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap. Teir eru allir á Skeivabanka og fiska havtasku og koma inn at landa í vikuni.
Í løtuni fiska tvey garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
Sagt verður, at fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men hann er smáligur eftir havtasku.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.