Hava brúkt pening uttan heimild

Sjónvarpið brúkti 2,4 milliónir uttan heimild í 1998 og tað er brot á stýrisskipanarlógina

? Sjónvarp Føroya hevði eitt hall uppá 2,4 milliónir í 1998, uttan at landsstýrismaðurin í 1998 bað løgtingið um eykajáttan til hesa meirnýtslu.

Hetta stendur í frágreið-ingini, sum løgtingsgrannskoðararnir løgdu fyri tingið týsdagin.

Sambært stýrisskipanarlógini má ongin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni.

? Í hesum føri er talan um útreiðslur uppá 2,4 milliónir uttan heimild, og sostatt er talan um brot á stýrisskipanarlógina, siga løgtingsgrannskoðararnir.

Teir hava tí biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing.

Signar á Brúnni sigur, at Sjónvarpið hevði sjálvstøðugan roknskap og rapporteraði ikki til gjaldstovuna ella nakran landsmyndugleika í 1998.

Og tá hevði Undirvísingar og Mentamálastýrið heldur ikki tey neyðugu amboðini til at fylgja við gongdini.

Landsstýrismaðurin bygdi sína stýring av SVF á løgtingslógina um kringvarp, ið setir onnur roknskaparkrøv til SVF, tí har verður ikki lagt upp til annað enn at roknskapurin verður lagdur fram árið eftir.

? Er nakað har ímillum, má stovnurin sjálvur taka stig til at boða landsstýrismanninum frá, sigur hann.

Tí hevði Undirvísingar-og Mentamálastýrið av góðum grundum ongan kunnleika til meirnýtsluna, um tað mundið, tá ið hon fór fram, og landsstýrismaðurin heldur seg tí ikki hava brotið stýrisskipanarlógina.Hann sigur, at hann hevur gjørt sjónvarpsstjóranum varugan við at tað er hann, sum hevur ábyrgdina av leiðsluni á SvF, og landsstýrismaðurin átalar, at stjórin ikki hevur verið nóg ansin.Landsstýrismaðurin upplýsir eisini, at Undirvísingar-og Mentamálastýrið nú fylgir væl við fíggjarligu gongdini.

Hann vísir eisini á, at hann ikki varð kunnaður um hallið hjá sjónvarpinum fyrr enn um mánaðarskifti apríl/mai 1999, og at tá vóru stig alt fyri eitt tikin til at tryggja, at stýrið kundi fylgja við fíggjarligu gongdini. Og somuleiðis vórðu stig tikin til at útvega sjónvarpinum eykajáttan.

Millum tey skjøl, ið eru løgd við frágreiðingini frá landsstýrismanninum, er eitt skriv dagfest 30. mars 1999 frá sjónvarpsstjóranum til aðalstýrið, sum byrjar soleiðis:

"Sum áður fráboðað landsstýrismanninum í óformligari samrøðu, hevði Sjónvarp Føroya 2,4 milliónir krónur í rakstrarhalli í 1998. Hallið kemst av, at inntøkurnar sviku.

Fíggjarliga støðan er eisini vánalig í 1999, serliga orsakað av restgjaldinum fyri íløgurnar í byggingina, sum SvF í ár noyðist at átaka sær yvir raksturin. Haraftrat hóttir ein umfatandi tørvur á íløgum í nýggja tøkni fíggjarligu støðu stovnsins.

Eisini er í skrivandi løtu útlit til, at SvF oman á hesi viðurskifti noyðist at átaka sær nógv ta hægstu lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hesi viðurskifti bera í sær, at SvF kann koma í átrokandi gjaldførisvanda longu seinni í ár."


Eykajáttan uppá 1,6 millión

Tann 19. juli 1999 bað landsstýrismaðurin fíggjarnevndina um eina eykajáttan uppá 1,6 millión krónur.

Tann 21. juli boðaði fíggjarnevndin frá, at meira enn tveir fimtingar av nevndarlimunum kravdu, at eykajáttanin skuldi veitast við løgtingslóg.

Men kortini gav gav landsstýrismaðurin tann 23. juli gjaldstovuni boð um at flyta sjónvarpinum 1,65 millión til at rinda lønir og aðrar útreiðslur fyri.

Landsstýrismaðurin vísir á, at í skrivi 19. juli 1999, ásannaði Fíggjarmálastýrið, at landskassin var bundin av teimum bráfeingis gjaldførisskyldum hjá SVF. Tí var inntrivið hjá landsstýrismanninum eisini gjørt, fyri at skyldur landskassans ikki skuldu gerast størri enn neyðugt var. Landsstýrismaðurin upplýsir, at landsstýrið var kunnað um málið.

Tann 23. juli sendi landsstýrismaðurin eina umbøn um eykajáttan til Fíggjarmálastýrið.

Og í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999, sum varð lagt fyri tingið tann 16. september 1999, varð løgtingið biðið um eina eykajáttan uppá 1,6 mió.kr. til SvF.

Hesa mannagongdina átalar fíggjarnevndin.

Landsstýrismaðurin álegði samstundis stjóranum í SvF at spara so mikið á rakstrinum, at javnvág kom at vera millum inntøkur og útreiðslur í 1999.

Men sambært fyribilstølum vísir roknskapurin hjá Sjónvarpinum fyri 1999 eitt hall uppá uml 1,5 millión.

Í hesum sambandi vísir landsstýrismaðurin á, at hann hevði allar góðar orsøkir at halda, at javnvág fór at verða millum útreiðslur og inntøkur fyri 1999. Millum annað vístu mánaðarroknskapir og framskrivingar frá SVF, so seint sum miðjan november 1999, at so fór at verða. Eisini vísti ein grannskoðarafrágreiðing frá Rasmussen og Weihe, tann 22. november, at SVF í 1999 fór at hava eitt avlop upp á kr. 263.000.


Rokningar uppá 1,2 millión ikki við

Ársroknskapurin fyri 1998 hjá Sjónvarpi Føroya vísir eisini, at rokningar uppá 1,2 millión eru heldur ikki tiknar við, hóast Sjónvarp Føroya sambært landsroknskapinum við árslok 1998 stendur sum ein skuldari við 1,2 mió.kr.

Í ársfrágreiðingini í roknskapinum hjá Sjónvarpi Føroya verður m.a. víst á, at um- og nýbyggingin av stovninum gjørdist dýrari enn upprunaliga mett, og upplýst verður at: "Byggingin nervaði kortini ikki gjaldførið í 1998, og í skrivandi løtu er óvist, júst hvussu restgjaldið verður posterað."

Vísandi til, at tað eftir øllum at døma ikki var rætt atborið játtanarliga og roknskaparliga í hesum máli, bóðu løgtingsgrannskoðararnir landsstýrismannin um eina frágreiðing.

Landsstýrismaðurin vísir á, at hann vitsti ikki um umbókingina í 1998 av rokningunum, og at at ein serlig kanning í november 1999 váttaði varhugan av, at umrøddu rokningar uppá 1,2 mió.kr ikki vóru við í roknskapinum hjá sjónvarpinum í 1998, og í skrivi dagfest 23. desember 1999 verður grannskoðari sjónvarpsins biðin um eina frágreiðing.

Grannskoðarin vísir á, at tað var og er óvist, um sjónvarpið skal gjalda rokningarnar, sum tí ikki vórðu tiknar við í roknskapinum fyri 1998. Eisini vísir grannskoðarin á, at spurningurin um restgjaldið fyri íløgurnar er umrøddur í ársfrágreiðingini í roknskapinum fyri 1998.

Sostatt metir grannskoðarin ikki, at nakað er dult fyri roknskaparlesaranum.

Í hesum sambandi vilja løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at í omanfyri umrødda skrivi dagfest 30. mars 1999 frá sjónvarpsstjóranum varð aðalstýrið kunnað um, at umframt hallið frá 1998 uppá 2,4 milliónir var fíggjarliga støðan eisini vánalig í hesum fíggjarárinum, serliga orsakað av restgjaldinum fyri íløgurnar í byggingina, sum SvF í ár noyðist at átaka sær yvir raksturin.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann er samdur við Fíggjarmálastýrinum, sum er komið til ta niðurstøðu, at tær 1,2 milliónir, skulu útreiðsluførast aftur á løgujáttanini í landsroknskapinum fyri 1999, og at kravið móti SvF skal førast aftur, vísandi til, at í fíggjarlógarálitinum fyri 1998 verður sagt, at Sjónvarpið kundi fíggja írestandi íløgutørvin yvir raksturin, men tá avtornaði var als ikki pláss fyri hesum á rakstrinum hjá Sjónvarpinum.

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at frágreiðingin frá landsstýrismanninum í hesum máli lýsir orsøkirnar til, at hann ikki bað løgtingið um eykajáttan til meirnýtsluna. Landsstýrismaðurin hevur evstu ábyrgdina av, at allar játtanir á hansara øki verða hildnar.

Og at enda staðfesta løgtingsgrannskoðararnir mega staðfesta, at, Sjónvarp Føroya í 1998 hevði eitt hall uppá 2,4 milliónir, uttan at landsstýrismaðurin í 1998 bað løgtingið um eykajáttan til hesa meirnýtslu.

Somuleiðis verður staðfestm at landsstýrismaðurin onki játtanareftirlit hevði við sjónvarpinum í 1998, og at sjónvarpsstjórin ikki boðaði frá, at játtanin í 1998 ikki kom at halda.

Í triðja lagi staðfesta grannskoðararnir, at hóast landsstýrismaðurin longu í mars 1999 óformliga varð kunnaður um rakstrarhallið uppá 2,4 milliónir, varð ein eykajáttanarlóg ikki løgd fyri løgtingið fyrr enn tann 12. september 1999.

?Tann 19. juli í 1999 bað landsstýrismaðurin fíggjarnevndina um eykajáttan.

Og tann 23. juli 1999 ávísti hann pening fyri útreiðslur, ið havdar vóru í farna fíggjarári, uttan játtan frá løgtinginum, hóast tveir fimtingar av nevndarlimunum í fíggjarnevndini kravdu málið avgjørt við løgtingslóg.

Og at enda staðfesta teir, at í 1999 hevði sjónvarpið eftir øllum at døma eitt rakstrarhall uppá uml. 1,5 mió.kr., hóast landsstýrismaðurin hevur upplýst, at javnvág kom at vera millum útreiðslur og inntøkur í 1999.