Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eisini eru til fiskiskap eftir upsa, og teir koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Tríggir trolbátar fiska havtasku, men teir hava smáligan fiskiskap. Teir koma helst inn at landa fyrst í hesi vikuni og miðskeiðis í vikuni.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva, men eisini garnaskipini hava smáligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í vikuni.