Hava brúk fyri upplýsingum

Løgmaður dugir ikki at skilja, at danski uttanríkisráðharrin mótarbeiðir landsstýrinum, tá tað roynir at fáa neyðugar upplýsingar til vega

Løgmaður er firtin inn á danska uttanríkisráðharran, tí hann sýtir fyri at viðvirka til, at landsstýrið kann hitta aðalskrivaran í NATO.

- Danir áttu at viðvirka til, at vit fingu allar neyðugar upplýsingar viðvíkjandi framtíðarstøðuni hjá Føroyum, heldur enn at mótarbeiða okkum, sigur Anfinn Kallsberg, sum í løtuni er á eini trygdarpolitiskari ráðstevnu í Reykjavík.

- Vit hava brúk fyri upplýsingum fyri at kunna taka støðu til, hvussu okkara framtíðarstøða á verjupolitiska økinum skal vera. Danir hava eisini sjálvir biðið okkum koma við einum uppleggi um verjupolitikkin, eftir at Føroyar hava tikið sjálvstýri, og tí eru tað mótstríðandi upplýsingar, sum vit nú fáa frá donsku stjórnini, tá teir ikki vilja hava okkum at tosa við NATO, sigur løgmaður


Ikki samráðingar

Landsstýrið hevur viðgjørt, hvat tað skal gera á verjupolitiska økinum, og tað er komið fram til, at felagsskapurin Partnership for Peace er ein áhugaverdur møguleiki.

- Tí hava vit ynskt ein fund við NATO-aðalskrivaran, fyri at vit kundu finna út av, hvørjar okkara møguleikar eru í Partnership for Peace, men hetta sýtir danski uttanríkisráðharrin fyri. Og tað skilji eg ikki, sigur løgmaður.

- Hetta eru ikki samráðingar við NATO, men eitt stig, sum vit ætlaðu at taka, fyri at fáa fleiri upplýsingar um trygdarpolitikkin.

Anfinn Kallsberg ætlaði eisini at hava ein fund við danska verjumálaráðharran, Hans Hækkerup, men hóast tað var líkt til, at hetta skuldi fara at eydnast, fekk landsstýrið fyri nøkrum døgum síðani boð um, at tað bar ikki tilhjá Hækkerup at hitta landsstýrisumboðini í Reykjavík.


Kunnu ikki taka støðu

Sambært løgmanni er endamálið hjá landsstýrinum er at syrgja fyri, at Føroyar ikki verður ein trygdarpolitiskur vági, tá Føroyar hava tikið sjálvstýri.

- Tí hava vit brúk fyri at fáa allar neyðugar upplýsingar til vega, aðrenn vit kunnu koma við einum uppleggi um trygdarpolitikkin. Men hvussu kunnu vit taka eina støðu, tá vit ikki sleppa fram at teimum neyðugu upplýsingunum, spyr løgmaður.

Løgmaður ætlar sær ikki at venda sær beinleiðis til NATO, eftir at danski uttanríkisráðharrin hevur sýtt at viðvirka til, at landsstýrið fær ein fund við aðalskrivaran í NATO.