Hava brúk fyri góðum Europa League avriki

(FM1) Sámal Erik Hentze ætlar, at NSÍ skal vinna seg víðari í Europa League dystunum ímóti Hibernian úr Skotlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Sámal Erik "Bagga" Hentze, høvuðsvenjara hjá NSÍ fyrr í kvøld.

 

Samrøðan snúði seg bæði um 1-1 javnleikin hjá NSÍ ímóti Skála á útivølli, og komandi uppgávuna hjá NSÍ í Europa League har Hibernians úr Skotlandi verður mótstøðuliðið.

 

Bagge heldur, at dysturin á Skála er enn eitt dømið um, at marginalarnir eru ikki blíðir við NSÍ, tí teir missa sigurin í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

Um Europa League sigur Bagge, at hann ætlar ikki at eitt stig á heimavølli skal verða málið, men at NSÍ skal vinna seg víðari í kappingini.

 

NSÍ hevur brúk fyri einum góðum Europa League avriki, staðfestir Bagge. 

 

Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrist HER