Hava brúk fyri fleiri hundrað fólkum afturat fyri at tryggja vælferðina

Serfrøðingar hava fimm tilmæli um, hvussu trupulleikin kann loysast

Skulu gomul og sjúk hava líka góðar sømdir um 10 ár, sum tey hava nú, verður tað neyðugt at útvega fleiri hundrað starvsfólk afturat. Tað sigur Búskaparráðið, sum hevur kannað hesi viðurskiftini

Tey vísa á, at um 10 ár eru tey , sum eru yvir 80 ár í Føroyum, 1.200 fólk, ella 52 prosent, fleiri í tali enn tey eru nú. Samstundis verða tað fleiri starvsfólk í eldraøkinum og í heilsuverkinum, sum fara frá fyri eftirløn og úrslitið av tí er, at hesi næstu 10 árini verður ómetaliga stórur tørvur á fleiri starvsfólkum.

Tí heldur Búskaparráðið, at politiski myndugleikin eigur at taka støðu til tveir spurningar. Tann fyrri spurningurin er, hvørjar veitingar fólk skulu fáa frá tí almenna og tann seinni spurningurin er, hvussu tað ber til at útvega meiri arbeiðsmegi.

Men tey ivast heldur ikki í, at undir øllum umstøðum verður eisini brúk fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi í heilsuverkið og almannaverkið.

– Av tí at vit eru eitt ríkt land, eigur tað ikki at vera ringt at fáa hendur á útlendskari arbeiðsmegi, men spurningurin verður at seta fakligu krøv til tey, sigur Búskaparráðið.

Ráðið sigur, at í eldrarøktini verður tørvur á 706 fulltíðarstørvum aftrat hesi næstu árini, men harumframt verður brúk fyri starvsfólkum fyri 358 av núverandi starvsfólkunum, sum fara frá við eftirløn hesi næstu 10 árini. Men tað verður somuleiðis neyðugt at útvega 338 nýggj búpláss til eldri hesi næstu árini. 

Í sjúkrahúsverkinum eru 394 fulltíðarstørv til sjúkrarøktarfrøðingar og metingar vísa, at tørvur verður á 30 prosent fleiri sjúkrarøktarfrøðingum afturat – umframt at útreiðslurnar til viðgerðir fara eisini at hækka.

Búskaparráðið sigur eisini, at almannaverkinum, er eisini tørvur á 500 fulltíðar starvsfólkum aftrat hesi næstu árini. Harafturat væntar almannaverkið, at 200 - 300 fulltíðarstarvsfólk at fara frá fyri aldur hesi næstu árini og brúk verður eisini fyri fólki í teirra stað.

Búskaparráðið hevur eisini nøkur tilmæli um, hvørji stig eiga at verða tikin fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegi.

Tilmælini eru:
– At farið verður í gongd alt fyri eitt at útbúgva fleiri fólk.

– At fíggingargrundarlagið verður endurskoðað og fleiri inntøkur fingnar til vega.

– At neyv mál verða ásett fyri, hvørjar vælferðartænastur fólk skulu hava

– At seta sum mál at fáa fleiri at arbeiða fulla tíð.

– At skapa karmar fyri at fáa skikkaða útlendska arbeiðsmegi til landið og skapa grundarlag fyri, at tey gerast ein fult virkandi partur av samfelagnum.