Hava borað 98 metrar av Sandoyartunlinum

NCC hevur sett hol á Sandoyartunnilin

NCC hevur nú borað fyrstu 98 metrarnar av Sandoyartunlinum.

Tann 7. juni varð Eysturoyartunnilin skotin liðugur, og síðani hevur NCC arbeitt við at taka útgerð niður og seta hana í stand. 

Síðan er NCC so smátt byrjað at bora í Traðardali. Borivognurin varð settur í gongd 4. Juli, og nú eru 98 metrar boraðir.

Fríggjadagin fer arbeiðið í summarferiu fram til ólavsøkudag. Eftir tað verður eisini byrjað at bora á Gomlurætt.