Hava boðað frá at bilar standa til ampa

Tað hevur verið kavarok í nátt og tessvegna er tað ringt at koyra nógva staðni. Løgreglan sigur, at fyribils hava tey ikki frætt um nakrar stórvegis trupulleikar.

 

Men fyri tað er ikki sagt, at trupulleikar fara at stinga seg upp, tó longu í nátt ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at tey høvdu rent seg føst í bili og at tey máttu úr bilinum, men at hann stóð illa fyri og fór helst at vera til ampa fyri ferðsluna.

 

Annars hevur løgreglan eisini verið á ferð í nátt at vita um bilførarar koyrdu ávirkaðir av rúsevnumm, men tað gav einki úrslit. Eisini síðstu nátt kannaði løgreglan ferðsluna at vita um bilførarar koyrdu ávirkaðir av rúsevnum, men tað gjørdi eingin.