Hava bjargað rimaverki av bógportrinum

Myndugleikarnir í Svøríki halda, at rimaverkið kann gerast ein týdningarmikil brikkur í frágreiðingini um, hvat tað var, sum hendi, tá Estonia sakk.

Tað var náttina til hin 28. september í 1994, at bilferjan - Estonia - gekk burtur úr Eystursjónum.

 

Skipsbrotið hendi, tá ferjan var á veg úr Talinn í Estlandi til Stokkhólm í Svøríki.

 

Túrurin gjørdist ein av størstu vanlukkunum á havinum, har 852 fólk lótu lív.

 

Nú veit Sveriges Radio at siga, at kavarar hava funnið eitt rimaverk, sum hoyrir til bógrampuna á ferjuni.

 

Myndugleikarnir í Svøríki halda, at rimaverkið kann gerast ein týdningarmikil brikkur í frágreiðingini um, hvat tað var, sum hendi, tá ferjan sakk.

 

Sjálv bógrampan á Estoniu varð bjargað í fjør summar. 

 

##med2##

 

Vit kunnu skoyta uppí, at ein føroyskur sjómaður, sum var við øðrum skipi í Eystursjónum um hetta mundið, var við til at møta Estoniu, áðrenn hon fórst.

 

- Tað er ótrúligt at ímynda sær, at hetta stóra skipið, sum vit møttu, skuldi liggja við havsins botn í einari slíkari vanlukku nakrar tímar seinni, hevur maðurin sagt.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Skipsbrotið hendi, tá Estonia var á veg úr Talinn í Estlandi til Stokkhólm í Svøríki.