Hava bjargað 1.135 grindahvalum

Um eina viku endar átakið hjá Sea Shepherd í Føroyum. Sambært teirra egnu hagtølum, so hava tey bjargað 1.135 grindahvalum frá deyðanum hesa tíðina. Grundgevingin er, at tað »bara« eru dripnir 51 hval hetta tíðarskeiði, meðan tað sama tíðarskeið í fjør vórðu dripinir 1.186 hval.

– Tølini lúgva ikki, hevur Paul Watsons fleiri ferðir sagt. Og rætt hevur hann. Tølini lúgva ikki, hóast tað er at stramma tað í so nógv at taka sær heiðurin fyri, at Várharra ikki hevur sent grindahval inn á føroysku firðirnar í summar.

Spurningurin er, hvussu gott tað so er fyri Sea Shephard og pengapungin hjá Paul Watson, at so at siga eingin nevniverdur samanberstur hevur verið millum viðhaldsfólk hansara í Føroyum og óðar grindamenn og vælvand løgreglulið.

Tað hevði uttan iva givið meira í kassan hjá Watson.

Dagurin í dag er nummar 105 hjá Sea Shepherdstuðulunum í Føroyum, og sambært teimum sjálvum eru átta dagar eftir.