Nýggi bygnaðurin hjá Klaksvíkar kommunu verður settur í verk, samstundis sum nýtt býráð tekur við 1. januar 2013.
Í tíðindaskrivi í kvøld sigur Klaksvíkar kommuna, at høvuðsendamálið við bygnaðarbroytingini er at menna og betra tænastustøðið til borgarar, stovnar, vinnulív, mentanarlív og aðrar áhugabólkar hjá kommununi.
Nýggi bygnaðurin verður skipaður undir leiðslu av kommunustjóra, trivnaðarstjóra, vinnu- og mentanarstjóra og tekniskum stjóra. Næsta stigið í sambandi við bygnaðarbroytingina er at manna nýggju leiðsluna í umsitingini. Klaksvíkar Kommuna metir, at uppraðfestingin av leiðsluni er ein avgerandi fortreyt fyri, at menna kommununa sum eina nútímans kommunu. Uppraðfestingin skal samstundis tryggja, at uppgávurnar í Klaksvíkar Kommunu verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir altíð eru í samsvari við nútímans krøv, siga Gunvá við Keldu, borgarstjóri og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í felags tíðindaskrivi.
Kommunan fer í næstum at lýsa eftir kommunustjóra, og tá ið kommunustjórin er settur, verður lýst eftir vinnu- og mentanarstjóra og tekniskum stjóra.
Kommunustjórin og Klaksvíkar Kommuna hava avtalað, at hann verður kommunustjóri til nýggjur kommunustjóri er settur. Eftir hetta tekur hann yvir starvið sum trivnaðarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, og sostatt eisini verður partur av nýggja leiðslutoyminum. Trivnaðarstjórin hevur ábyrgdina av sosiala økinum og børnum og ungum, har fólkaskúlin verður ein partur.
Klaksvíkar Kommuna hevur eisini gjørt avtalur við býarverkfrøðingin, mentanarleiðaran og roknskaparleiðaran um at halda fram í kommununi í øðrum størvum innan fyri somu øki, teir starvast í dag. Sosialdeildarleiðarin er í farloyvi og hevur fingið bjóða annað starv innanfyri sama øki, tá ið farloyvið er liðugt.









