Hava bíðað í fýra vikur

Codrington Arrow er seinastu vikurnar nærum vorðin ein býarmynd í høvuðsstaðnum, har hon, síðani miðjan januar, hevur ligið við bryggju uttanfyri kaffistovuna Umami í Vágsbotni.


Tvíkiljan er tó ikki heimahoyrandi í Føroyum, men steðgaði á vegnum frá Bretlands til Íslands, tá veðrið ikki var til vildar at sigla víðari.


Ikki kann sigast at eydnan hevur verið við teimum, tí góðar fýra vikur aftaná, at tvíkiljan kom á Havnina, liggur tað hon enn við sama stað.


Vakthavandi á Tórshavnar Havn upplýsir fyri in.fo, at talan ikki er um nakað brek, ið forðar tvíkiljuni at sigla víðari, men at tað bara verður bíða eftir veðrinum.


- Veðrið hevur verið rímiliga ófantaligt seinastu vikurnar, so tað hevur ikki borið til hjá teimum at siglt víðari. Veðrið má vera av tí besta, um ein slík tvíkilja skal kunnu sigla til Íslands, sigur vakthavandi á Tórshavnar Havn við in.fo.


Tvíkiljan er 26,5 metrar long, 7,7 metrar breið og stingur 2,8 metrar djúpt. Hon er 152 BRT, tekur 120 ferðafólk og siglur 26 míl. Motorarnir eru tveir MWM dieselmotorar við 1142 bhk.