Hava betri vónir enn í fjør

Hoyvíkingar hava eitt bæði ungt og spennandi lið í bestu mansdeildini í hondbólti, og Poul Kjartan Dam sigur eisini, at teir hava hampiligar vónir til komandi kappingarár. – Allir eru eitt ár eldri nú, og tað er heilt víst, at vit hava betri vónir í ár, enn vit høvdu í fjør

HONDBÓLTUR

 

H71 er eitt av teimum liðunum í bestu mansdeildini í hondbólti, sum oftast hevur livað eina tilveru í niðara endanum av stigatalvuni. Hoyvíkingar hava tó okkurt árið verið við heilt uppi í toppinum, tí fyri bert trimum árum síðani var tað leingi líkt til, at teir skuldu vera annað liðið, sum skuldi spæla í finaluni um meistaraheitið.

Árið í fjør var tó einki undantak í so máta, tí liðið endaði á aftasta plássi. Hetta var tó als ikki nakað óvæntað úrslit fyri nakran, og kanska serliga ikki fyri hoyvíkingar sjálvar, tí ætlanin hjá H71 var púra greið. Felagið ætlaði at geva teimum ungu spælarunum møguleikan á besta liðnum, og hetta tekur altíð sína tíð. Ungu spælararnir vístu tó í fleiri dystum bæði dirvi, áhaldni og sera gott hondbóltsspæl, og hetta gjørdi eisini, at teir í fleiri umførum lupu hvøkk á liðini, sum lógu og bardust í toppinum.

Í ár eru spælararnir blivnir eitt ár eldri og eitt ár royndari, og felagið hevur eisini fingið nýggjar venjarar. Her er talan um nú fyrverandi landsliðsvenjararnar, Kára Nielsen og Birgir Hansen, og spennandi verður at síggja, hvat hesir fara at fáa burtur úr ungu hoyvíkingunum.

Sosialurin hevur tikið eitt prát við ein av ungu spælarunum hjá H71, Poul Kjartan Dam, har vit m.a. hava spurgt hann um hansara vónir fyri kappingarárið, sum liggur fyri framman.

 

Hørð venjing

Eitt av eyðkennunum hjá unga H71-liðnum hevur verið teirra skjótu spæl og teirra sera skjótu mótálop, og hetta kunnu vit uttan iva vænta at síggja aftur komandi kappingarár. Tí Poul Kjartan sigur, at liðið hevur vant sera hart upp undir kappingarárið.

- Ja, vit byrjaðu at venja eina ferð í summar, og síðani tá hava vit koyrt hart alla tíðina. Eg trúgvi ikki, at spælararnir nakrantíð hava verið so væl fyri fyrr, so hetta verður spennandi, sigur sterki høgri bakkurin.

 

Fleiri spælarar við aftur

Síðsta árið vóru vónirnar ikki serliga stórar til H71-liðið, tí fleiri av spælarunum vóru blaðungir og royndu seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini. Úrslitini vóru tó ikki heilt av vegnum, og Poul Kjartan dylur ikki fyri, at vónirnar eru heldur betri í ár.

- Allir spælararnir eru blivnir eitt ár eldri, so rutinan er eitt sindur størri á liðnum. Eg haldi eisini, at vónirnar eru nógv størri í ár enn tær vóru í fjør. Tað er ringt at geva nakað boð um, hvar vit fara at enda, so eg haldi, at vit taka bara ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.

Tað eru tó fleiri av eldru leikarunum í felagnum, sum eru byrjaðir aftur, og hetta kann uttan iva vera til teirra fyrimun.

- Halgir er byrjaður aftur at spæla í ár, men tað er tó enn sera ivasamt, hvussu nógv hann verður við. Harafturat er Jens Skipagøta í málinum byrjaður aftur, og Eyðun Højgaard, sum vanliga spælir høgri vongur, er eisini komin heim aftur úr Danmark. Hetta er sjálvandi got fyri breiddina á liðnum, og hetta styrkir heilt sikkurt um hópin hjá okkum í ár, sigur Poul Kjartan.

 

Skjótleikin er styrkin

Poul Kjartan ivaðist slett ikki, tá vit spurdu hann, hvat hann metti vera sterkastu síðuna hjá liðnum.

- Sterkasti síðurnar hjá okkum mugu vera skjóta spælið og mótálopini. Vit spæla ótrúliga skjótan hondbólt, og hetta ger tað ofta trupult hjá hinum liðunum. Harafturat eru vit sera skjótir í mótálopunum, og tað eru eisini nógvir spælarar, sum renna mótálop hjá okkum, so hetta má eisini metast sum ein stór styrki.

Hann helt tó eisini, at liðið hevði ávísar vansar.

- Fyrst og fremst mangla vit nakað av rutina, tí vit hava so øgiliga nógvar ungar leikarar. Harafturat haldi eg, at vit kanska eru lægri enn hini liðini – serliga tá Halgir ikki er við - og hetta kann jú eisini vera ein trupulleiki í hondbólti, metir Poul Kjartan.

Annars er ver at leggja afturat, at hoyvíkingar hava fingið eitt nýtt venjarapar til komandi kappingarár. Her er talan um nú fyrrverandi landsliðsvenjararnar, Kára Nielsen og Birgir Hansen, og Poul Kjartan sigur seg vera sera væl nøgdan við nýggju venjararnar.

- Venjararnir eru toppseriøsir, og hetta er týdningarmikið fyri okkum. Eg haldi eisini, at vit hava roynt nógv í venjing í ár, sum vit ikki hava roynt áður, og hetta ger alt sera spennandi. Eg haldi eisini, at hesir eru teir røttu menninir til okkum, og at teir veruliga kunnu lyfta liðið, sigur Poul Kjartan at enda.

Hvussu verður og ikki hjá H71 fáa vit at síggja, tá landskappingin endar í mars mánaði. Eingin ivi er tó um, at tað verður spennandi at fylgja ungu hoyvíkingunum í kappingarárinum, sum liggur fyri framman.