Hava bara átta parkeringspláss til hundrað bilar

Tað er ofta ruðuleiki í Kalsoynni av tí at talið á ferðafólkum økist so nógv

Í Kalsoynni eru tey við at ganga undir í bilum við ferðafólki, sum vitjar oynna.

Tey vísa á, at talið á bilum og ferðafólkum økist alsamt og tað førir ofta til ruðuleika.

Hetta hevur verið ein veksandi trupulleiki og í eini roynd at tálma bilatalinum, varð gjørt av, at frá 1. mai skuldu Bygdaleiðir koyra í sambandi við hvønn einasta túr hjá Sam, sum røkir sambandið til Kalsoyar.

Men tey siga, at tað hevur hjálpt upp á talið á bilum, men ikki nógv, tí tað økist framvegis. Og ein orsøk til tað er, at bussurin tekur bara 19 ferðafólk.

Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy, vísir á, at Sam er tann báturin hjá Strandferðsluni, sum førir triðflest bilar, tí tað eru bara Smyril og Teistin, sum føra fleiri bilar.

Samstundis førir Sam fjórðflest ferðafólk aftan á Smyril,  Teistan og Ternuna, sum siglur um Nólsoyarfjørð.

 

Og sum tað sæst á talvunu niðan fyri, økist talið alsamt.

##med2##

 

– Tað, sum serliga loypur í eyguni, er, at tað er eitt rættuligt ferðslulop í bussleiðini, og tað  er uttan iva, tí at frá 1.mai í ár er bussur til og frá hvørjum túri hjá Sam. 

Tey vísa á, at miðaltalið í juli mánað vóru 57 bilar við Sam í miðal um dagin. Tað merkir, at summar dagar vóru yvir hndrað bilar við Sam 

– Hetta elvir ofta til ruðuleika á Trøllanesi, tí har eru bara eini seks-átta parkeringspláss.

– Loysnin er sjálvandi er gera eitt størri parkeringspláss á Trøllanesi, sigur Visit Kalsoy. Men tey halda somuleiðis, at tað er neyðugt at menna Bygdaleiðir í oynni, við fleiri túrum um dagin ímillum bygdirnar í Kalsoynni, tí tað hevði uttan iva tálmað flutninginum av bilum.

Tøl hjá Strandferðsluni vísa, at bara í juli mánað vóru 14.053 ferðafólk á Nólsoyarleiðini, 12.481 vóru á Kalsoyarleiðini, 10.187 á Mikinesleiðini og 4.972 á Fugloyarleiðini. Hinvegin var bilatalið á Nólsoyarleiðini 454 bilar, men  á Kalsoyarleiðini vóru 1.702 bilar, ella næstan fýra ferðir so nógvir.

– Her kundi ein freistast til at siga, at Ternan og Sam kundu býtt um í summarhálvuni.

– Men tað er ongin loysn at fylla Kalsoynna við enn meira bilum. Loysnin er ein útbygd bussleið á Kalsoynni, sigur Visit Kalsoy.