Vaktar- og bjargingarskipið, Taldrið, siglur bara 23 vikur um árið.
Tað staðfestir Vørn nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í tí sambandi hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurt, hvussu nógv tað hevði kostað at latið Tjaldrið siglt alt árið.
Vørn staðfestur, at Tjaldrið hevur bara við eina manning og sostatt kann tað ikki sigla meiri enn 23 vikur um árið. Skal manningin sigla meiri, verður talan um yvirtíð og í Vørn halda tey ikki, at tað er ráðiligt at lata manningina sigla meiri enn hon ger í dag.
Men fær Tjaldrið eina manning afturat, kann tað sigla alt árið. Tað hevði kostað 5,6 milliónir í hýrum um árið, umframt 700.000 krónur í olju.
- Viðmerkjast skal tó, at verður siglt við tveimum manningum, verða eisini fleiri útreiðslur til proviant og til at halda skipið fyri. Vørn sigur, at serliga fara útreiðslurnar til at halda motorin, at tvífaldast, og saman við proviantinum, hevði tað kostað einar 1,2 milliónir meiri enn tað ger í dag.
Sostatt hevði tað kostað einar 7,5 milliónir afturat um árið at latið Tjaldrið siglt alt árið.
– Tað er tó ringt at meta um, hvussu nógv tað hevði kostað at hildið motorin, tí Tjaldrið er 40 ára gamalt, og tað verður alsamt torførari at fáa eykalutir til motorarnar, og annað, sigur Vørn.