Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í dag, men løgreglan sigur, at fyribils eru vit sloppin væl burtur úr tí. Tey hava nevniliga bara fingið boð um ein vindskaða og tað er ein kampingvognur í Lopra, sum er tikin av vindi.
Annars hevur vindurin ávirkað samferðsluna bæði á sjógvi og á landi – og í luftini.
Í Sundalagnum koyra Bygdaleiðir ikki meiri í dag, og í Suðuroy koyra tær ikki fyribils Ternan siglur ikki av Havnini klokkan 22 í kvøld og sostatt heldur ikki úr aftur Nólsoy klokkan 22.20. Og Teistin fer seinasta túrin úr Skopun klokkan 18.35 og klokkan 20 av Gomlurætt.
Og eitt flogfar hjá Atlantsflog hættaði sær ikki til Føroyar, men lendi í Billund, og onnur flogfør eru seinkað. Men roynt verður aftur seinni í dag, men fyribils er eitt flogfar avlýst.