Hava bíðað í tvey ár eftir at fáa friðskjól í Føroyum

Tvíburarnir úr Gana, sum søktu friðskjól í Føroyum í novembur 2015, hava framvegis ikki fingið svar frá donsku myndugleikunum, sum viðgera umsóknina, sigur løgreglan í Føroyum.

 

Tað var í novembur 2015, at tær báðar komu til Føroya at vita beiggja sín, men meðan tær vóru her, fekk beiggin frænir av, at pápin ætlaði at umskera og gifta tær báðar burtur, tá tær komu aftur til Gambia. Genturnar vóru tá 14 ára gamlar.

 

Nú eru skjótt tvey ár liðin, síðani umsóknin varð send donsku myndugleikunum, men framvegis er einki svar komið og genturnar vita ikki, hvør lagna teirra verður.

 

Fyrr í summar vóru umboð fyri danska Udlændingestyrelsen í samband við genturnar, men enn hava tær einki svar fingið.

 

Vanliga verða tey, sum søkja um friðskjól í Føroyum, send í flóttafólkalegu í Danmark, men í hesum førinum játtaði Udlændingestyrelsen, orsaka av teirra unga aldri, at genturnar kundu búgva hjá familju síni í Føroyum. Genturnar ganga í dag í skúla í Havn.