Hava bíðað eftir hvørjum øðrum í eitt heilt ár

Landsstýrið sigur, at tað hevur bíðað eftir kommununum í Suðuroy. Kommunurnar í Suðuroy siga, at tær hava bíðað eftir landsstýrinum. Ùrslitið er, at onki er hent

Landsstýrið sigur, at tað hevur bíðað eftir kommununum í Suðuroy.
Kommunur í Suðuroy siga, at tær hava bíðað eftir landsstýrinum.
Tað er orsøkin til, at tað higartil onki er komið burtur ætlanini at gera eina vinnuliga vakstraravtalu fyri Suðuroy.
Sostatt sær út til, at tað eru misskiljingar ella í øllum førum vánaligt samskifti, sum eru orsøkin til, at alt arbeiðið viðvíkjandi eini vinnuligari vakstraravtalu fyri Suðuroy, hevur ligið í dvala.
 
Skulu binda seg
Í oktober í fjør var ein fundur ímillum kommunurnar í Suðuroy og landsstýrismannin í innlendismálum um ætlanina.
Har varð niðurstøðan, at landið skuldi játta 40 milliónir tey næstu fimm árini og kommunurnar í Suðuroy 10 milliónir fyri at tryggja, at ætlanin ikki fánar burtur, men veruliga verður sett í verk.
Á sama fundi skrivaðu allir borgarstjórarnir í Suðuroy undir eitt viljunarskriv, har teir bundu seg til at játta upphæddina upp á 10 milliónir tey næstu 10 árini, treytað av, at landsstýrið eisini letur sín part.
Annars eru 500.000 krónur játtaðar til at gera tað fyrireikandi arbeiðið fyri at vita, hvørji vinnulig øki tað kundi verið hóskandi hjá suðuroyingum at lagt dent á.
Men niðurstøðan hevur verið, at tað er ongin orsøk at fara undir hesar kanningar, fæst ikki vissa fyri, at fígging fæst til at seta tær í verk og tí var neyðugt at fáa bindandi tilsøgn um 50 milliónir.
 
Fleiri misklijingar
Eftir fundin umborð á Smyrli, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, fyri Sosialinum, at hann skuldi leggja eitt upprit um málið fyri landsstýrið.
Men tað er ikki hent enn. Vit hava tí spurt landsstýrismannin, hvussu tað ber til.
Jacob Vestergaard ásannar, at samskiftið ímillum partarnir hevur ikki verið nóg gott, tí hann hevur bíðað eftir suðuroyingum, samstundis sum suðuroyingar hava bíðað eftir honum.
Hann sigur, at upprunaliga hevði hann fingið tað fatan, at tað fyrireikandi arbeiðið skuldi gerast fyrst fyri at vita, hvørji vinnulig øki tað var hóskandi hjá suðuroyingum at leggja dent á.
Hann heldur, at hevði hann fingið nakað heilt ítøkiligt at hildið fast um, hevði tað verið lættari at fingið undirtøku fyri tí í samgonguni. 
Men á fundinum umborð á Smyrli í oktober í fjør skilti hann, at kommunurnar vildu hava trygd fyri, at játtan fekst til at seta ætlanina í verk.
Men aftur her er misskiljing komin í.
- Eg havi bíðað eftir eini formligari fráboðan frá kommununum í Suðuroy um, at tær hava samtykt at játta sín part av fíggingini.
Hann sigur, at hann vildi hava váttan frá kommununum, áðrenn hann legði málið fyri landsstýrið at vita um undirtøka er fyri tí.
- Tað helt eg vera neyðugt fyri at fáa vissu fyri, at hald er ætlanini at fara undir hesa vakstrarætlanina og kommunurnar  veruliga standa aftanfyri ætlanina.
Var tað ikki nóg góð trygd, at allir borgarstjórarnir í oynni skrivaðu undir eitt viljunarskriv, har teir váttaðu at játta pengarnar?
- Jú, tað kunnu vit vænta og tí skuldi tað ikki verið annað enn eitt avgreiðslumál at fingið eina formliga fráboðan um, at bý- og bygdaráðini hava samtykt tað.
Tað heldur hann er tann rætta mannagongdin. Men eina slíka fráboðan hevur hann ikki fingið frá kommununum enn.
- Tá ið hendan fráboðanin er komin, fer hann at leggja málið fyri landsstýrið.
Hinvegin halda kommunurnar í Suðuroy, at tá ið allir borgarstjórarnir hava undirskrivað eitt viljunarskriv um at játta 10 milliónir, varð hildið, at tað var nóg góð trygd hjá landsstýrinum.
Jacob Vestergaard vísir á, at útgangsstøðið er, at kommunurnar skuldu betala 10 milliónir og landsstýrið skuldu betala 40 milliónir.
Men tað kann eisini koma upp á tal, at samráðast við kommunurnar um eitt øðrvísi býtið, sigur landsstýrismaðurin.
 
Arbeiða víðari
Eli Frederiksen, sum umboðar kommunurnar í Suðuroy í hesum máli, harmast um, at málið er komið í drag.
Men hann sigur, at ætlanin er ikki at sleppa ætlanini og at hann tískil nú hevur biðið allar kommunurnar formliga at samtykkja, at tær eru sinnaðar at játta sín part.
Tá ið tað er avgreitt fær landsstýrið eina formliga fráboðan frá kommununum. Og hann væntar, at tað verður skjótt avgreitt.