Hava bíðað eftir í fleiri ár - men nú verður tað

Nú verður peningur setur av til høvuðsvegirnar til og frá Eysturoyartunlinum

Nú verður loksins farið undir at gera nógv umrøddu vegirnar til og frá Eysturoyartunlinum, bæði í Runavík og á strekkinum av Hvítanesi til Havnar.

Eysturoyartunnilin verður latin upp seint næsta ár, men enn eru vegirnir til og frá honum, ikki gjørdir, hvørki ígjøgnum Runavík, ella av Hvítanesi til Havnar.

Men nú Løgtingið leggur síðstu hond á Fíggjarlógina fyri næsta ár, halda umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini, at landsstýrið eigur, alt fyri eitt, at fara í samráðingar við Runavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu um vegirnar báðumegin tunnilin.

Samstundis verða 11 milliónir settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til nýggjan veg ígjøgnum Runavík og somuleiðis verða 11 milliónir settar av til vegin ímillum Hvítanes og Havnina

Umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini halda eisini, at landsstýrismaðurin eigur, beinanvegin, at leggja lóg fyri Løgtingið um báðar vegirnar, so arbeiðið at gera teir kann byrja sum skjótast og soleiðis, at fíggingin av kann leggjast í trygga legu á fíggjarlógunum tey næstu árini.