Hava avhoyrt konur bin Laden

Embætismenn hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA hava nú avhoyrt tríggjar av konunum hjá Osama bin Laden. Konurnar eru í varðveitslu hjá pakistonsku myndugleikunum. Tíðindastovan AP skrivar, at amerikanararnir royna at fáa eina mynd av gerandisdegnum í húsunum hjá bin Laden í pakistanska býnum Abbottabad, har hann og familjan búðu tey seinnu árini.

CIA heldur kortini ikki, at konurnar hava verið hjástaddar, tá virksemið hjá al-Qaeda var til viðgerðar.

Taliban hevur lovað at hevna bin Laden, og amerikanskir talsmenn søgdu í gjár, at myndugleikarnir fara at taka neyðug stig til tess at verja teir hermenninar, sum vóru við í álopinum í Abbottabad.