Fiskivinna
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru aftur á gulllaksaveiði í ár.
Vesturbúgvin leggur veiðina upp í Miðvági, og higartil hevur Fiskavirking í Miðvági keypt góð 400 tons av gulllaksi frá skipinum.
- Tað er so stutt, síðan skipini fóru á gulllaks, so fiskiskapurin hevur verið góður, sigur Albert Ellefsen, stjóri á virkinum.
Hann vísir á, at tey arbeiða við tveimum vaktum við tilsamans 34-35 fólkum, tá ið Vesturbúgvin landar, og vanliga liggur ein túrur um 120-130 tons.
- Tað tekur umleið hálvan triðja dag at fáa eina slíka last undan, sigur hann.
Upsi og hýsa
Í Miðvági arbeiða tey eisini upsa og hýsu, men Albert er samdur við Magnusi Jespersen um, at hýsan kastar lítið og einki av sær í løtuni.
- Tá ið Vesturbúgvin kemur við gulllaksi, arbeiða vit eisini annan fisk, um annar fiskur er, men vanliga eru færri fólk inn á flakavirkinum hesar dagar, sigur stjórin.
Albert Ellefsen sigur, at lítil fiskur er á marknaðinum, og hóast gulllaksurin er eitt gott íkast til virkið og arbeiðsfólkið, eru nakrir dagar farnir burtur ímillum, har einki fiskaarbeiði hevur verið á virkinum í Miðvági.