Aftur í nátt hevur løgreglan verið á ferð og hevur tikið nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Í farnu viku fekk løgreglan ein lista frá Akstovuni við 436 bilum, har eigararnir ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár, og tá ið vegskatturin ikki er goldin, fær løgreglan boð um at taka pláturnar av bilunum.
Tað hava fleiri bileigararnir merkt sviðan av. Síðstu nátt tók løgreglan nummarpláturnar av 14 bilum í miðstaðarøkinum og aftur í nátt hava tey tikið pláturnar av tíggju bilum í miðstaðarøkinum, og norðanfyri.
Hesa næstu tíðina verða tað fleiri bilar, sum missa pláturnar, til tey eru komin ígjøgnum allan listan. Nummarplátur verða eisini tiknar av bilum, har eigarin ikki hevur goldið trygging, ella ikki er møttur til sýn við bilinum. Løgreglan sigur, at rinda bileigarar rokningina, verður bilurin tikinav listanum og so er eingin vandi fyri at missa pláturnar.