Hava 16 milliónir at brúka í ár

Higartil eru 100 metrar boraðir av tunlinum til Dals, av teimum 2.200 metrunum, sum tunnilin er

Higartil eru 100 metrar boraðar av Dalstunlinum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jóannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur aftur reist málið um Dalstunnilin á Løgtingi og í hesum sambandi spurdi hann Jørgen Niclasen um hann ætlar at játta nóg mikið av peningi til, at arbeiðast kann við Dalstunlinum alt árið.

Jóhannis Joelsen vísir á, at á fíggjarlógini fyri í ár eru níggju milliónir settar av til arbeiðið, men skal arbeiðið halda fram, ótarnað, er tað neyðugt, at játtann verður einar 18 milliónir um árið.

Løgtingsmaðurin sigur, at sum játtanin er nú, verður arbeitt fram til summarfrítíðina og tá verða 400 metrar boraðir av tunlinum. Men síðani verður arbeiðið niðurlagt, tí tá er játtanin í ár, uppi.

– Hetta kann tykjast meiningsleyst, tí tað er bíligari at lata arbeiðið halda fram enn at rigga til og rigga av fleiri ferðir.

Jørgen Niclasen sigur, at sjey milliónir standa eftir frá í fjør, so í ár eru 16 milliónir at arbeiða fyri. Men hann sigur, at undanfarna samgonga gjørdi av at seta níggju milliónir av til tunnilin og hann sigur, at hendan samgongan hevur hildið fram við tí.

Men hann leggur afturat, at skulu meiri pengar játtast, er tað Løgtingið sum kann gera tað, tí tað kann ein landsstýrismaður ikki gera.

Tað hevur verið upplýst, sum sum gongdin er nú, verða tað eini sjey, átta ár, áðrenn tunnilin kann takast í brúk.

Eftir ætlan skuldi tað vera eitt tunlasjakk hjá Landsverk, sum skuldi gera tunnilin, men nú er tað komið løgtingsmonnum fyri oyrað, at tað eru útlendingar, sum arbeiða í tunlinum. Jørgen Niclasen sigur, at tað er tunlasjakkið hjá Landsverki, sum skal gera tunnilin, men í fyrstuni hava tey gjørt av at fáa sær serkøna hjálp til at fáa gongd á arbeiðð.