»Haturskampanja« móti Heðin Mortensen við Posta

Tey í Tórshavnar kommunu sum pakkaðu posan frá Posta upp í gjárkvøldið varnaðust, at har var eitt blað, nevnt »Kommunuval 2016«. Blaðið er úr enda í annan ein útspillingarherferð ímóti Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn.

 

Ikki tí, slíkt runublakarí er ikki ókent í politikki. Tað løgna er tó við hesum blaðnum, at eingin avsendari er á, og ongastaðni verður nevnt, hvønn avsendarin umboðar. Í hesum døgum verða vit annars spammað við myndum av fólkum, ið trola eftir atkvøðum. Hesin hevur onga mynd av sær, men niðast á hvørji síðu stendur:

 

»Vit sum vilja broyting • nýggja byrjan • fíggjarligt skil«.

 

Hesi eru slagorð, sum vit kenna aftur úr onkrum av politisku skráunum, sum eru lagdar fram í sambandi við býráðsvalið.

 

Tað verður skotið við skørpum í blaðnum, og mutur verður bikslað leiðsluni í Tórshavnar býráð, tá skrivað verður, at ávísar vinnufyritøkur verða favoriseraðar, og at politikarar eru tvinnaðir upp í hesa favorisering.

 

Eisini verður sagt, at tað er trupult hjá ávísum fyritøkum at fáa lut í kommunalum arbeiði.

 

Avsendarin sigur ikki beinleiðis, hvønn vit skulu velja í Tórshavnar býráð. Men í eina krossskipan hevur hann bólkað 9 fólk.

 

Tey, ið umboða manglandi sosiala raðfesting og fíggjarligt óskil eru:

·      Heðin Mortensen

·      Helena Dam á Neystabø

 

Tey, ið umboða fíggjarligt skil og sosiala raðfesting eru:

·      Annika Olsen

·      Kaj Leo Holm Johannesen

·      Jan Christiansen

·      Beate L. Samuelsen

·      Ruth Vang

·      Leivur Hansen

·      Boði Haraldson

 

Tá tey koma til arbeiðis á Posta í morgun fara vit at spyrja tey, hvør avsendarin er, og um tað veruliga stendur øllum frítt at senda dulnevnt útspillingartilfar við almenna postfelagnum.