Hattrick frá Sylla

Eingin ivi er longur um í Gundadali, at B36 fer at vinna dystin. Seint í dystinum hava teir økt uppí 4-0 við 10 monnum á vøllinum.

 

Alex dos Santos hevði bóltin í vinstru síðu, og hann sendi ein langan upp um verjuna hjá AB, har Sylla stóð púra leysur. Einsamallur við málmanninum smekkaði hann bóltin í netið, og nú er 4-0 til B36.