Jóanes N. Dalsgaard
jnd@kallnet.fo
.
Hetta rann fram fyri meg, nú tingmenn og onnur eru á gosi, tí SvF hevur ætlanir um bert at senda føroyskt sjónvarp primetime frá kl. 18 til kl. 21, meðan DR1 verður sent frá kl. 12 til kl 18 og frá kl. 21 og úteftir. »Grov provokatión« sigur formaðurin í mentanarnevnd løgtingsins. »Sløkk kl. 21« sigur fyrrverandi mentamálaráðharri. »Illa við« sigur núverandi mentamálaráðharrin.
Hvat er tað sum er hent? Hvør er søgan? Jú søgan er tann, at politiski myndugleikin hevur ongantíð gjørt sær greitt, hvat hann vil við føroyskum sjónvarpi. Orsøkin til at vit í dag hava føroyskt sjónvarp er, at tað í SvF starvast nakrar eldsálir, sum royna at skapa eina meining við sínum starvsliga gerandisdegi. ?Arbeiðsgevarin?, sum í seinasta enda er løgtingið, hevur ikki dugað/kunnað/viljað tikið støðu til, hvussu føroyska sjónvarpsuppgávan skal loysast. Besta prógv um hetta er, at eingin sum helst samanhangur er ímillum játtanina til SvF og so tað, sum løgtingsfólk vænta/krevja av stovninum. Tá so leiðslan í SvF roynir at fáa tað besta burturúr, so er alt á gosi: ?»Tað var ikki soleiðis vit ætlaðu« ljóðar frá løgtinginum í summarfrí.
Men hvat ætlar løgtingið við SvF? Og hví kann løgtingið ikki tryggja SvF fíggjarligar karmar, sum svara til tað, sum kravt verður av stovninum?
Meðan hesir spurningar hanga ósvaraðir í luftini, fari eg at heilsa ætlanunum hjá SvF-leiðsluni vælkomnum. Ikki tí, sjálvandi hevði tað allarbesta verið, um vit kundu sæð føroyskt og føroyskað tilfar á SvF alt samdøgrið. Men tað eru umstøðurnar ikki til. Tí taki eg hattin av fyri SvF-leiðsluni, at hon hevur dirvi til at taka eina so kontroversiella avgerð. Eg haldi heilt vist, at avgerðin er røtt, soleiðis sum umstøðurnar eru.
Tað er gott, at onkur dugir at taka eina avgerð!