Báðir møguleikarnir, at fylgja tilmælinum frá ICES og heilt at síggja burtur frá tí, kunnu føra til undirgang, metir Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum.
?Sløkkja vit nú, eru vit vís í undirgangi. Taka vit kjansin, kann tað enda við undirgangi. Tí mæli eg til tað seinna, sigur hann.
Hann sigur, at hann veit ikki rættiliga, hvussu tað skal skiljast, at vit hava fiskastovnar, sum eru heilt væl fyri, tá vit ikki skulu brúka burtur av teimum.
?Eg síggi onga meining í at hva ein stovn, sum er heilt væl fyri, bara til at goyma, sigur hann.
Men hann er varin við at siga nakað um, hvat hann politiskt fer at mæla til, tá málið skal viðgerast í vinnunevndini.
Enn verður bíðað eftir tilmælunum frá Fiskirannsóknarstovuni og fiskidaganevndini. Og so leingi einki er komið haðani, verður heldur eingin støða tikin, sigur Henrik Old.
Somu støðu hevur landsstýrismaðuin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø. Heldur ikki hann vil siga nakað, fyrr enn tey bæði tilmælini eru komin.
Tó sigur hann, at arbeit verður við at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, og at miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt til ólavsøkutingsetuna.
Henrik Old vísir á, at tiltøk eru alla tíðina, síðan lógin um vinnuliga fiskiskap kom í gildi í 1966, sett í verk fyri at minka um veiðitrýstið. Síðan byrjað varð, eru umleið 20 prosent av fiskidøgunum skarvaðir av, sigur hann.