(Sochaux, Frakland): Føroyski liðformaðurin, Jákup Mikkelsen, helt á ongan hátt, at føroyska liðið gjørdi sær fyri skommum mikukvøldið, hóast talan enn einaferð gjørdist um stórtap.
- Sjálvandi er tað spell, at teir skora trý mál seinasta korterið, og í so máta iðra vit okkum um, at tapið gjørdist somikið stórt.
- Men vit skulu eisini minnast til, hvørjum vit spæla ímóti. Franska liðið er ótrúliga sterkt, og tey fimm málini eru væl tað, sum er munurin millum liðini, helt Jákup Mikkelsen.