Hatta var ikki so ógvusligt

Sonja Jógvansdóttir heldur, at summi fólk brúka Bíbliuna sum skálkaskjól

Løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir heldur ikki, at hennara útsagnir í Weekendavisen eru so ógvusligar, sum tær verða gjørdar til. Í einari útsøgn í blaðnum nevndi hon fólk á høgraveinginum »homofobar«, »xenofobar« og »rasistar«.

– Eg haldi ikki úttalilsi er so ógvusligt, og hetta er nakað, ið eg mangan havi sagt í ymiskum høpi – eisini av tingsins røðarapalli. Lesur tú sitatið, og tað, ið sagt verður, er talan um eina generella eygleiðing, í hesum føri um fólk, ið fjala sjónarmið síni handan Bíbliuna í staðin fyri at standa við tað, tey meina og eru. Talað var generelt um LGBT mál, men eisini onnur dømi úr Føroyum og útheiminum, sigur Sonja Jógvansdóttir.

– Her er talan um nýtslu av Bíbliuni og átrúnaði sum eitt slag av skálkaskjóli fyri egin sjónarmið, sum kunnu vera homofobisk, rasistisk ella fremmandahatsk, sigur hon.

Sonja Jógvansdóttir heldur, at Bíblian verður nýtt til fordøming, villleiðing og sum umbering fyri ávís sjónarmið.

– Nøkur kend dømi úr nýggjari føroyskari søgu um nýtslu av Bíbliuni sum skálaskjól fyri eini djúpari homofobi eru kjakini, ið vóru um grein 266b: Hetta sæst í sjónarmiðunum hjá onkrum av neisigarunum – vert er at hava í geyma, at talan er um sjónarmiðini hjá onkrum av neisigarunum, ikki øllum. Hetta sama ger seg galdandi í kjakinum um hjúnabandslógina. Tí tað eru verri enn so allir nei sigarar, ið eru homofobar, men summir eru, men vilja illa standa við tað, og tí er tað hent at brúka Gud og bíbliuna sum skálkaskjól, heldur hon.


– Um vit hyggja at kjaki uttan fyri Føroyar ber til at hyggja handan hav: Bíblian hevur mangan verið nýtt sum grundgeving fyri trælahaldi og fyri at rættvísgera, at svørt ikki skulu hava somu atgongd til bussar, almenn støð, skúlar, hægri læristovnar og annað. Hetta var galdandi heilt fram til nýggjari tíð í 20 øld.  Hetta sama var støðan í mun til apartheid í Suðurafrika – partar av grundgevingini hjá teimum, ið vóru fyri apartheid, vóru tí hetta var álagt sambært bíbliuni og Guds orði, sigur Sonja Jógvansdóttir. 

– Hvussu farið var við upprunafólkinum í USA var eisini grundað í Bíbliuni, og úrslitið var ein menniskjaligur sorgarleikur. Ein feril av hesum “vit” “tit” vandamálunum síggjast aftur í, hvussu flóttar, etniskir minnilutar og til dømis fólk við øðrvísi átrúnaði enn tann, sum meirilutin hevur, vera viðfarin í pørtum av heiminum í dag.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at kjakið og samskiftið steðga, tá ið Gud og Bíblian vera nýtt sum grundgevingaramboð.

– Tí hvør kann í veruleikanum tala ímóti Gudi? Hetta er eisini eitt vandamál, tí gjáirnar, ið roynt verður at skapa, eru so djúpar, og tey fólkini, ið vera rakt av at vera skapningar ímóti Guds vilja, vera ómenniskjaliggjørd, og tað rakar hart, heldur Sonja Jógvansdóttir.