Fyrrverandi HB-leikarin, Símun Eliasen, sum nú er aftur í barndómsfelagnum ÍF, var sum verða man sera væl nøgdur við sigurin á havnarliðnum og harvið sessin í hálvfinaluni.
- Hatta var veldugt. Tað var umráðandi fyri okkum at skora tíðliga í dystinum. Aftaná málið taka vit tempoið úr dystinum, og so koyrir dysturin fyri tað mesta upp á okkara premissir, helt Símun eftir dystin.
- Tað hevði eisini alt at siga, at vit vóru klárir frá fyrsta bríksli, tí tað hevur verið ein vansi hjá okkum í ár, at vit ikki altíð hava verið klárir frá byrjan. Vit stóðu eisini væl á vøllinum frá byrjan. Teir hava bóltin nógv og leypa nógv á, men tað kanst tú altíð rokna við, tá ið tú spælir móti HB í Gundadali.
Dysturin var eisini serligur fyri Símun á tann hátt, at hetta var fyrsta vitjanin hjá honum í Gundadali móti HB, síðani hann skifti frá føroyameistarunum í vetur, og hann fekk eisini fitt av lógvabrestum úr HB-húsinum, tá ið stadionspeakarin kunngjørdi hansara navn undan dystinum.
- Tað var eitt sindur løgið undan dystinum, men tá ið dysturin var byrjaður, hugsaði eg ikki um tað, segði Símun Eliasen.