- Hatta var ein svipsari

Í kvøld var Dagur & Vika seinkað í ein lítlan tíma. - Vit harmast, sigur tekniski leiðarin, Hans Andor Johannesen.

Í vikuskiftinum varð alt ljóð pilkað niður í studio 2 í sjónvarpinum, sum er umbygt til sjónvarpsstudio. Tað var ikki, fyrr enn Dagur & Vika skuldi í luftina, at tekniska manningin fann út av, at alt ikki riggaði, sum tað skuldi.

 

- Hetta var orsøkin til, at Dagur & Vika var ein lítlan tíma seinkað í kvøld, sigur Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari hjá Kringvarpinum.

 

Hann vísir á, at tá tað vísti seg, at galið var við ljóðinum í studio 2, skuld Dagur & Vika longu verið í luftini.

 

- Vit funnu ikki út av brekinum beinanvegin. Tí gjørdu vit av at taka tíðindasendingina upp á band og at senda hana bandaða - tað mesta av einum tíma ov seint.

 

Hans Andor sigur, at tá 3-2 byrjaði, var alt í lagi aftur, og hesin parturin av sendingini koyrdi sum vanligt úr studio 1.

 

- Hetta var ein svipsari í kvøld, sum ikki átti at hent. Hyggjararnir harmaðust, og tað gera vit so sanniliga eisini, sigur Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari hjá Kringvarpinum við in.fo í kvøld.