NSÍ-venjarin ásannaði, at talan var um dýran stigamiss hjá hansara monnum, nú tað ikki eydnaðist at basa TB um vikuskiftið.
- Tað er tað. Nú høvdu vit vunnið okkum í eina sera góða støðu við trimum heimasigrum á rað, og tí var vónin sjálvandi, at vit skuldu taka seinasta fetið upp móti oddinum. Tað eydnaðist so ikki, og vit mugu so bara rætta tankarnar fram móti næstu uppgávuni, tá vit skulu taka móti EB/Streymi. Tann uppgávan verður í sjálvum sær ríkiliga stór, helt Trygvi.
Spurdur um dystin, helt Trygvi, at tað serstakliga hevði kostað teimum, at teir ikki vóru meira effektivir framman fyri málinum.
- Vit hava allar møguleikar at avgera dystin. Ikki minst, tá tað er 4-3 til okkum, og vit tvær ferðir eru púrasta leysir við málverjanum, men stórbjargar skotinum frá Páll, og í hinum førinum er Kári ikki nóg kaldur, staðfestir venjarin.
Men hartil, so fekk Trygvi illa krógvað, at hann helt lítið um dómaraavrikið í dystinum.
- Eg veit væl, at tú sum venjari ikki skalt nýta ov nógva orku upp á dómaran, men í hesum førinum fái eg ikki latið vera. Mær dámar best, tá tingini ganga rætt og erliga fyri seg, men tað kendi eg ikki, at tey gjørdu hesaferð. Vit venja hóast alt fimm ferðir um vikuna gjøgnum alt árið, men tá eg so siti við kensluni av, at hasin maðurin á miðjuni er óbrúkiligur, tá kemur eitt sindur av panikki í úti á beinkinum. Hann gevur nøkur kort, sum eg als ikki skilji. Hann kolldømir eitt mál, sum eg heldur einki skilji av, og hvussu hann kundi leggja fimm minuttir afturat hasum dystinum, skilji eg so slettis einki av, staðfestir NSÍ-venjarin.
At enda, so vildi Trygvi tó enn einaferð leggja dent á, at tað serliga var teimum sjálvum at takka, at úrtøkan ikki var betri enn tað sama.
- Nú hava vit spælt móti bæði HB og B36, og vit hava hildið teimum sera væl í verjupartinum. Tí er tað ikki nóg gott, at vit lata fýra mál fara inn hesaferð. Sjálvandi skulu teir hjá TB eisini hava rós fyri sín hugburð, men hasi fýra málini kunnu væl koma at kosta okkum nógv, staðfesti Trygvi Mortensen at enda.