Atli Gregersen var komin niður á jørðina aftur, tá Rás2 fekk orðið á hann í mixzone á Groupama Aréna í Budapest. Føroyar blivu snýttir fyri brotsspark, og Atli Gregersen fekk sítt seinna gula, tá liðskiparin bleiv provokeraður av bonkinum hjá Ungarn, tá hann skuldi heinta bóltin.
Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini
- Hatta er pakkin tú fær við Atla Gregersen, Hatta er býtt, men eg føli meg provokeraðan. Eg orki ikki at brúka tíð upp á at burturforklára, men ein 33 ára gamal eigur at vita betri. Hann stillar seg fyri og tað er tað. Eg haldi bara, at hetta er á so lágum støði, sigur Atli Gregersen.
Føroyar taptu EM undankappingardystin móti Ungarn 2-1, eftir at vit vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Eysturríski dómarin kom í fokus, sum eftirhondini er vanligt, tá Føroyar spæla.
- Eg haldi dómarin dømdi út av lagi vánaligt. Vit fáa gult, og teir fáa ikki fyri tað sama. Men tað nyttar einki at blíva við. tí hetta er hvørja ferð. Tað gevur bara blóð upp á tonna, tí vit altíð hava dómarian móti okkum, sigur Atli Gregersen.
Føroyar áttu eitt klokkureint brotsspark, tá beinini blivu tikin undan Kaj Leo í Bartalsstovu. Tá var støðan 1-1, og Ungarn trýsti nógv.
- Eg síggi tað, sum hann tekur beinini undan honum. Eg kenni eisini Kaj Leo so mikið væl, at hann ikki tvietiri seg, tá hann er um repppið at skora. Stuldur á aljósum degi og ófatiliga bitturt, sigur Atli Gregersen víðari.
Atli letur væl at málinum, sum Róaldur Jakobsen skoraði aftaná tíggju minuttir.
- Vilt. Hann snýtir ein so royndan málverja á bakpartin. Hatta var stuttligt hja Róaldi, sigur 33 ára gamli Atli Gregersen, sum ikki hevur tikið avgerð um hann heldur fram á landsliðnum.
- Landsliðið liggur mær nær, men tað slítur uppá meg. Eg haldi, at eg fyri eina ferð skyld fari at hugsa meg um, áðrenn eg svari. Tað er ein tung avgerð at taka og hon verður ikki tikin í kvøld, sigur Atli Gregersen, sum ikki heldur tað er hugaligt at gevast við eini útvísing á landsliðnum.