? Vit skulu hava tað sama í lønarhækking, sum onnur hava fingið.
? Men enda samráðingarnar við verkfalli, verður ikki talan um at geva undantaksloyvi til nakað sum helst.
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, gjørdi støðuna púra greiða á fyrsta samráðingarfundinum við arbeiðsgevarafelagið.
Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði feløgini í Klaksvík samráðast saman, og fyrsti fundurin var hósdagin.
Løgdu krøvini fram
Karl Johansen sigur, at á fundinum løgdu arbeiðarafeløgini síni krøv fram.
Samstundis varð gjørt greitt fyri arbeiðsgevarunum, at ongi undantaksloyvi verða gjørd, enda samráðingarnar við verkfalli.
Feløgini fingu ongi mótkrøv frá arbeiðsgevarunum.
Karl Johansen vil ikki avdúka akkurát, hvørji krøvini eru.
Men hann sigur, at kravið er, at arbeiðararnir fáa líka nógv, sum samráðingarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum hava givið.
Hann sigur, at tey serliga hava hongt seg í lønarhækkingina, sum tey ólærdu í Starvsmannafelagnum hava fingið.
Eitt nú vísir hann á, at endalønin hjá einum ólærdum á Føroya Tele er nú útvið 100 krónur um tíman.
? Umframt lønina eru eisini onnur krøv.
Arbeiðsgevararnir hava boðað frá, at teir fara at leggja støðið á umleið 1,5% í lønarhækking um árið?
?Hatta má vera skemt, tí hatta kunnu vit ikki taka í álvara, sigur hann heilt stutt.
Karl Johansen sigur, at, hatta eru arbeiðarafeløgini á ongan hátt sinnað at tosað um.
Hann leggur dent á, at arbeiðarin er tann samfelagsbólkur, sum er ringast fyri.
?Og vit hava gjørt arbeiðsgevarunum fara ikki at finna okkum í, at samfelagið verður býtt upp í 1. 2. og 3. floks menniskju, har vit detta longur og longur afturút.
? Tað sær út til, at endamálið er at gera stættamunin enn størri.
? Men vit hava gjørt púra greitt, at har fara vit ikki at spæla við, sigur Karl Johansen.










