Hatta ljóðar spennandi

Kann tað verða við til at tryggja Suðuroynna, er tað vert at hyggja at, heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum

Hatta ljóðar spennandi. Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, tá ið hann verður spurdur um møguleikan fyri at fara undir regluliga sigling við ferðafólki og farmi ímillum Suðuroy og Skotland.

 

Strandferðslan hevði slíka sigling fyri 20 – 30 árum síðani, men hon datt niðurfyri einaferð í nítiárununum. Men nú hava borgarstjórarnir í Suðuroy mælt til at Strandferðslan tekur hesa rutuna upp aftur, tí teir halda, at hetta kundi verið ein øgiligur vinnur fyri Suðuroynna, og Føroyar, sum heild.

 

 

Les meiri um tað her: Vilja hava regluligt ferðasamband ímillum Suðuroy og Skotlands

 

 

Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen tekur undir við tankanum, og hann vónar, at skipið, sum kemur higar í heyst at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk, ikki skal fara avstað aftur, men skal verða sett í beinleiðis sigling ímillum Suðuroy og Skotland.

Men hann hevur heilt serligar grundir fyri at taka undir við eini slíkari ætlan

 

 

Les meiri um tað her: Soleiðis tryggja vit Suðuroy ímóti avbyrging

 

 

Heðin Mortensen heldur, at hatta ljóðar sera áhugavert og spennandi, og at tað er vert at kanna nærri. Er hetta ein máti at bøta um tryggleikan í Suðuroy, eiga vit at viðgera spurningin, leggur hann afturat.

 

Hann er samdur í, at ein slík loysn kundi verið ein trygd fyri, at Suðuroy varðveitir ferðasambandi, hóast tað skuldi verið neyðugt at tikið Smyril úr sigling, av einum brekim ella einum óhappi. Hendur tað, hava vit í løtuni einki skip at seta ístaðin, leggur hann afturat.

 

Hann hann leggur samstundis dent á, at tað er avgerandi, at ferðasambandið til Suðuroyar annars, ikki verður darvað av hesum.